Innanlands

Jóladámur á fløsku frá Einar’s

Føroyskar kryddurtir hava verið við til at finna serliga jólarákan

2019-12-04 15:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Einar’s Distillery hevur júst sent ein nýggjan drykk á marknaðin – ein jólasnaps.

Hesin gylti jólasnapsurin kemur aftur at teimum báðum snapsunum, sum frammanundan eru frá føroyska brennivínsvirkinum, vanliga klára akvavittinum og tí tunnulagraða gylta cask-akvavittinum.

Jólasnapsurin er eisini lagraður í eikiføtum, sum geva drykkinum ein ráka av eik og bourbon, og so er hann kryddaður við ymsum vistfrøðiligum jólaligum kryddurtum, eisini fleiri aromatiskum utrum úr føroysku náttúruni.

Einar’s Disillery er brennivínsvirkið hjá Føroya Bjór, og tað er Annika Waag, høvuðsbryggjari, sum hevur ment nýggja jólasnapsin, ið sigst standa seg væl í dygd, sammett við aðrar skandinaviskar jólasnapsir.

Styrkin er 38 % vol. Føroyski jólasnapsurin sigst vera vælegnaður til ost, paté, skinku, rivjasteik og sild.

[object Object]
Annika og Einar Waag

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder