placeholder
Mentan

Jólafløgan hjá Heina Lützen komin á netið

Fløgan kom út í fjør, og nú er hon givin út á ymisku stroymingartænastunum

2021-11-24 22:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Frelsarin føddur er” er heitið á jólafløguni, ið kom út 1. desember í fjør, og sum nú verður givin út á ymisku stroymingartænustum á netinum. Tá fløgan kom út í fjør, var millum annað sagt. 

Heine Lützen ið hevur verið í studio, og savnað saman 10 løg, harav 5 eru nýinnspæld og 5 eru givin út fyrr. Heine syngur á 8 av løgunum, umframt eina duett saman við dóttrini Jóhannu. Malan Lützen, systir Heina syngur eisini eitt lag, ið er ein føroyska útgáva av Breath of Heaven hjá Amy Grant. Heitislagið er nýskrivað, meðan restin er umsett, ella eru gamlir, kendir jólasálmar.  

Nýinnspældu løgini eru tikin upp í studionum hjá Jákup Zachariassen, ið eisini hevur lagt til rættis. Óli Poulsen hevur ljóðblandað. Ymiskir føroyskir studiotónleikarir, og onkur útlendskur spæla tónleikin. 

- Eg havi leingi ætlað mær at geva út eina jólafløgu, har eg eisini kann savna tey gomlu løgini, sum eg havi sungið gjøgnum árini á ymiskum útgávum. Onkur av hesum eru horvin í meldrinum, men nú er so møguleiki at hugna sær á jólum við góða tónleikinum, við hesum gleðiboðunum um, at Frelsarin føddur er, sigur Heine Lützen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder