Innanlands

Jólagáva til barnafamiljurnar í Vági

Av tí at kommunan kemur at hava umleið fimm milliónir krónur meira í skattainntøkum, enn mett var frammanundan, verður einki dagansingargjald kravt fyri desember

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2022-11-16 21:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at Vágs kommuna hevur fingið væl meira inn í skattainntøkum í ár, verður einki dagansingargjald kravt fyri desember 2022, sigur meirilutin í Vágs Býráð í fráboðan.

– Skattainntøkurnar fyri 2022 hava verið framúr góðar higartil í ár, har Vágs kommuna kemur at hava umleið fimm milliónir krónur meira í skattainntøkum, enn mett var frammanundan. Tí hevur meirlutin hjá Vágs býráð avgjørt at einki gjald verður fyri dagansingarpláss í desember 2022.

– Málið hevur veriđ fyri á fundi hjá barna- og ungdómsnevndini, ogg tað varð einmælt samtykt. Endaliga avgerðin verður so tikin á komandi fíggjarnevndarfundi, og málið kemur eisini fyri Vágs Býráð, seinni í hesum.

Levi Mørk, formaður í barna- og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu sigur, at hetta er ein gáva til barnafamiljurnar í Vági, nú jólini eru fyri framman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder