Mentan

“Jólagleðin ið hvarv” í Sjónleikahúsinum

Nýskrivaður føroyskur leikur til børn og barnsliga sálir

2018-12-13 20:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit kenna helst øll til, at jólamánaðurin er stuttur, tiltøkini eru mong og alt skal náast. Og av ymsum orsøkum er skjótt at gloyma, at jólini í veruleikanum ikki snúgva seg um gávur, men um nærleika og hugna. 

Í Sjónleikahúsinum er møguleika til eina slíka løtu nú “Jólagleðin ið hvarv” er at síggja. Ein nýskrivaður føroyskur leikur til børn og barnsliga sálir. Leikurin snýr seg um álvar og vættrar sum hittast einaferð um árið at gera fortreð og arga hvønn annan. Men saman gera tey, at jólagleðin verður funnin.

V.U. Hammershaimb sigur um vættrar:

Vættrar eru smáir, fríðir til útsjóndar, góðir andar, sum búgva í húsunum hjá góðum fólki, og undir teirra lívd njóta tey sælu og fáa styrk av teimum, so at alt gongur væl í lag í tí húsi, hvar vættrar eru; sælur er vættra vinur, tí hann kann hvørki trøll ella huldufólk ella nakar livandi undir jørðini ella á jørð granda.

Hinvegin eru álvar yvirnatúrligar verur sum búgva í heyggjum, sumkunnu tøla menniskju og binda tey til sín.

At vita hvussu leikur fer ber til við at leita sær í Sjónleikahúsið.

Leikurin verður vístur týsdag, mikudag, fríggjadag, leygardag og sunnudag.

- Havnar Sjónleikarfelag

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder