2019-12-08 11:50
Í dag, sunnudagin 8. desember verður árliga føroyska jólaguðstænastan í Oslo.
Guðstænastan verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church í Møllergata 30 í Oslo, har føroyska jólagudstænastan hevur verið hildin í nógv ár.
Tað er Norsk-færøysk lag sum skipar fyri guðstænastuni, ið byrjar klokkan 15.30, og tað er Njál djurhuus, ið heldur jólarøðuna.
Aftaná guðstænastuna verður kirkjukaffi og høvi at fáa eitt prát við aðrar føroyingar og onnur, ið hava tilknýti til Føroyar.
Føroyska jólaguðstænastan í Oslo hevur verið hildin á hvørjum ári síðani fyrst í 90unum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald