Mentan

Jólaliga stuðulskonsertin fyri Barnabata verður í kvøld

Marius Ziska, Jens Marni, Victoria á Lakjuni, Ester Kristiansen, Blátt Gras umframt kórini hjá Sigrið Sivertsen eru við

Frá konsertini í fjør

Frá konsertini í fjør

2019-12-04 14:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld verður stóra stuðulskonsertin, sum nú í nøkur ár hevur verið hildin undir jóla fyri at savna pengar inn til jólahjálpina hjá Barnabata.

Tað var Sigrid Sivertsen, kórleiðari í fleiri kórum, sum tók stig til konsertina. Trý kór og fleiri einstaklingar fara at framføra.

Sjálv konsertin byrjar klokkan 19.30, men undan konsertini, meðan fólk finna seg til rættis, verður eisini tónleikur á skránni. Tað verða Heðin Ziska Davidsen, Jónleif Jensen og Agnar Lamhauge, sum fara at spæla hugnaligan instrumentalan jólatónleik.

Einstaklingarnir, sum framføra í kvøld eru Marius Ziska, Jens Marni Hansen, Victoria á Lakjuni og Ester Kristiansen. Bólkurin Blátt Gras er eisini á skránni.

Harumframt verða eisini kórini Ung Stjørnuskot og Morgunkórið undir leiðslu av Sigrið Sivertsen og Xperiment undir leiðslu av Sigrið Sivertsen og Andreas Samuelsen.

Vertur fyri tiltakinum er Hilmar Jan Hansen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder