Innanlands

Jólamarknaður á Tvøroyri í dag

Seinnapartin verður árligi jólamarknaðurin á Seglloftinum á Tvøroyri, umframt at alment jólatræshald verður í miðbýnum

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2023-11-26 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag verður árligi jólamarknaðurin á Seglloftinum á Tvøroyri.

Jólamarknaðurin verður frá klokkan 14 til 20, og klokkan 16 verður jólatræið á Tvøroyri eisini tendrað.

– Øll árini hevur jólamarknaðurin verið sera væl vitjaður. Tey luttakandi gera altíð nógv burturúr og til ber m.a. at keypa sær heimagjørd pløgg, súltutoy, góðgæti, smúkkur, jólaprýði og mangt, mangt annað. Hugnaliga Seglloftið er eisini vakurt pyntað til høvið, skrivar Tvøroyarar kommuna.

Undirtøkan hevur altíð verið góð, tá tað snýr seg um at fáa fólk til at bjóða seg fram til at selja okkurt, og í ár er tað óvanliga stór undirtøka, tí heili 17 borð eru umbiðin.

– Hetta er sjálvandi at gleðast um og vit vóna at fólk fara at valfarta oman á Seglloftið í stórum tali. Almenna jólatræshaldið í miðbýnum er eisini sama dag, klokkan 16, og tí er upplagt at vitja Seglloftið antin áðrenn ella aftan á hugnaligu løtuna við jólatræið, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder