Mentan

Jólamarknaður í Havn í desember

Ætlanin er at hava ein hugnaligan jólamarknað, har tað ber til at keypa gávur, eta og drekka, umframt at fleiri jólatiltøk eisini verða á skránni

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-11-20 16:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jólamarknaður er nakað heilt serligt og verður aloftast knýttur saman við hugna, jólagleði og sum eitt stað í býnum, ið dregur til sín bæði børn og vaksin, og Visit Tórshavn ynskir at skapa og veita røttu karmarnar til at gera ein hugnaligan jólamarknaða í Havn í desember.

Í fyrstu atløgu skal jólamarknaðurin, ið verður í miðbýnum frammanfyri Ráðhúsið, verða til føroyingar, og er hettar ein liður í at økja um trivnað hjá borgarum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Ætlanin er at hava ein hugnaligan jólamarknað, har tað ber til at keypa jólagávur, hondgjørda list, serlutir, og at fáa sær okkurt heitt og okkurt gott at eta. Talan verður um ein heilt nýggjan býling, har tað verða hugnalig jólatiltøk og annað allan desember mánað.

– At gera ein jólamarknaða framman fyri Ráðhúsið er ein liður í at skapa ein jólabý, ið fer at mennast ár fyri ár. Ein jólamarknaður, ið verður sum ein kjarna í býnum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Jólamarknaðurin í miðbýnum verður prýddur við perum, jólatrøum, og hugnaligum básum, ið næmingar á Glasi hava bygt. Eisini verða beinkir og hitalampur. Tema verður inniligt, persónligt og hugnaligt. Jólasmátturnar virka sum smáir sølubásar við ymiskum fjøllbroyttum serlutum.

Millum tiltøkini, sum verða á skrá, kunnu nevnast jólasjónleikur, og jólakonsertir. Í hesum sambandi verður parkeingsøkið á Vaglinum stongt, so at ikki verður møguligt at parkera frammanfyri Ráðhúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder