2019-12-21 14:04
Í morgin, sunnudagin 22. desember klokkan 15 hava jólamenn boðað frá, at teir koma í býin á rossabaki.
Jólamennirnir gleða seg at heilsa uppá øll børnini sum taka ímóti teimum, og eisini hesa ferðina hava teir okkurt við at bjóða børnunum.
Jólavikan hjá handlunum í miðbýnum í Havn og í SMS er byrjað, og tað merkir at handlarnir hava longri opið. Hvønn dag í jólavikuni er kórtónleikur í býnum, og somuleiðis jólamenn, sum heilsa uppá bæði stór og smá.
Í morgin hava handlarnir í miðbýnum opið til kl. 20, tó hevur SMS opið til kl. 22, og 23. desember hava handlarnir í miðbýnum og í SMS opið til kl. 22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald