- Bjarni borgmeistari hevur tosað við skiparan á Heimdal, og hann sigur at teir væntandi koma inn á Sandavág sunnudagin uml. kl. 16.45. Hóast Bjarni borgmeistari sigur seg ikki vera so jólaligan, so gleðir hann seg sum ein lítil smádrongur til at síggja Heimdal jólaskrýddan og fullan av jólamonnum koma siglandi inn á vágna, so teir kunnu gleða børnini í Vága kommunu.
Heimasíðan vaga.fo skrivar, at í morgin, sunnudagin 18.12, fer Heimdal at sigla inn á Sandavág og fram við sandinum har, og fer so víðari inn á Miðvág, har Heimdal leggur at í bátahylinum í Miðvági uml. kl. 17.15.
Síðani fer ein bilur hjá sløkkiliðinum at koyra jólamennirnar heim til vøllin, har børnini so kunnu koma og heilsa uppá teir. Umframt at børnini fáa pakka frá jólamonnunum, so verður eisini ókeypis kaffi og kaka at drekka, sum MB stendur fyri, og Tummars Heri og Co. fara at hugna um við eitt sindur av jólatónleiki, boðar Vága kommuna frá.
- Vit ynskja at halda tilmælini, vøllurin er stórur, so tað ræður um ikki at samlast ov nógv saman og halda frástøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald