Mentan

Jólamerkjagrunnurin handað ársins stuðul

Barnabati og LGBT fáa stuðul upp á tilsamans 290.000 krónur

Kekkur verður handaður Barnabata

Kekkur verður handaður Barnabata

2020-12-04 17:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár verður ágóðin av søluni av jólamerkjum latin til at bøta um korini hjá fíggjarliga sperdum barnafamiljum og til at betra um sálarheilsuna hjá ungum LGBT’arum. 

Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til samfelagsgagnligar verkætlanir fyri børn og ung. Jólamerkjagrunnurin hevur í ár gjørt av at lata Barnabata og LGBT stuðul áljóðandi íalt kr. 290.000. 

Barnabati hjálpir fíggjarliga sperdum barnafamiljum
Barnabati veitir fíggjarligan stuðul til Føroyskar barnafamiljur í samband við jól, føðingardagar og stuðul til frítíðarítriv. Talan er um áleið 550 børn í Føroyum, sum á hvørjum ári fáa stuðul, fyri at foreldur teirra skulu fáa møguleikan at geva teimum eini góð og hugnalig jól og at børnini eins og teirra javnaldrar kunnu fáa gávur um høgtíðina.

Jólamerkjagrunnurin handar Barnabata kr. 200.000 til jólahjálpina, sum fer beinleiðis til føroysk børn í fátækraváða. Djóni J. Eidesgaard, Aðalskrivari í Barnabati sigur.

- Stuðulin merkir, at vit kunnu hjálpa nógvum føroyskum børnum upp til jóla, tá tað kann vera torført at fáa endarnar at røkka saman. Í ár hevur korona gjørt innsavningina torføra. Tí eru vit serstakliga glað um stuðulin frá Jólamerkjagrunninum.

[object Object]Kekur handaður LGBT

Verkætlanir til at betra um sálarheilsuna hjá ungum tvør- og samkyndum LGBT’arum
LGBT Føroyar hevur sett sær fyri at bøta um sálarheilsuna hjá ungum LGBT’arum. Kanningar vísa, at umleið helmingurin av føroyskum LGBT’arum hava kent seg tunglyntan, havt angist ella havt tyngri sálarligar trupulleikar. Jólamerkjagrunnurin letur stuðul til sjálvhjálpsbólkar og ráðgeving við tí endamáli at bøta um sálarheilsuna hjá ungum samkyndum, tvørkyndum og tvíkyndum. LGBT fær kr. 90.000 frá Jólamerkjagrunninum.

- Stuðulin hevur stóran týdning fyri okkum og merkir, at vit kunnu fara at arbeiða miðvíst við sjálvhjálpsbólkum í LGBT høpi. Vit eru sera takksom, sigur Annika S. Vang, nevndarlimur í LGBT Føroyar. 

Jólamerkjagrunnurin ynskir Barnabata og LGBT Føroyar góða eydnu við arbeiðnum fyri framman.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder