Í dag hevur Posta við Jólamerkjagrunninum latið 200.000 krónur til vælgerandi endamál. Stuðulin er býttur millum átta ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung.
Tey flestu kenna jólamerkini, sum Posta gevur út um jóltíðir, og sum føroysk listafólk sniðgeva. Á hvørjum ári verður vinningurin býttur út, soleiðis at hann kemur børnum og ungum til góðar. Í dag eru 200.00 kr. latnar, skrivar Posta í tíðindaskrivi.
- Tað er týdningarmikið fyri okkum at halda fram at stuðla børnum og ungum við Jólamerkjagrunninum. Hesaferð hava vit valt at lata stuðulin til kunnandi tilfar, ljóðførisátøk og útgerð til barnaítriv. Tað er við til at geva børnunum góð minnir í frítíðini, sigur Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta.
Ítriv til børn og ung
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur fingið stuðul til útgerð í leguhúsinum í Nesvík, meðan Guliskúli hevur fingið játtað pening til ítrív til næmingarnar.
ÍVF Teknmál hevur fingið stuðul til undirvísingartilfar at varpa ljós á føroyskt teknmál, meðan bæði Kyn og Colitis Crohn felagið fáa stuðul til kunnandi tilfar.
Barnasjónvarpssendingin, Látiløtan, fær eisini stuðul.
Harmoniorkrestrið GHM og Kamartónleikakappingin Crecendo fáa eisini lut í stuðlinum.
Í nevndini fyri Jólamerkjagrunnin sita Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Fróði Joensen, yvirlækni og Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta.
Umboð frá Kyn og Gulaskúla vanta á myndini.
Um jólamerkini
- Posta hevur givið út føroysk jólamerki á hvørjum ári síðan 1976
- Vinningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál til frama fyri børn og ung í Føroyum
- Føroysk listafólk sniðgeva jólamerkini, og felags fyri allar útgávurnar eru jólini og siðvenjur knýttar at jólunum
- Jólamerki kunnu keypast á stamps.foog á posthúsum kring landið. Í ár hevur Jonna Ljósá sniðgivið, og kostar arkið 30 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald