2024-12-19 10:38
Í dag, 19. desember, kemur Jólaskipið Heimdal í Vágar, og verður at síggja úti á vágni frá áleið kl. 17.30. Fyrst verður siglt inn á Sandavág umleið kl. 17.45 og síðan inn á Miðvág, har lagt verður at við úti á bátahylinum kl. 18. Serligir gestir eru við umborð; nemliga jólamenninir, skrivar Vága kommuna.
Jólamenninir hava heilt víst okkurt gott við til børnini. Teirt fara at ganga heim í miðstaðarøkið við viðarlundina í Miðvági, har kommunan bjóðar heitt kakao og bollar.
Kommunan hevur í hesum sambandi eisini eina ávaring til allar hundaeigarar: Okkurt fýrverk verður í kvøld, bæði í Sandavági og í Miðvági, ímeðan Heimdal siglir inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald