Tað hoyrir tíðini til, at jólaskipini koma inn á bygdir og býir. Í kvøld klokkan 17.30 leggur jólaskip at í Leirvík og eina løtu seinni verður tað Klaksvíkin, sum jólamenn seta sín dám á.
Hetta verður í gomlu Klaksvíkini - á vestaru síðu av Vánni. Eftir ætlan leggur væl prýdda jólaskipið at klokkan 18.
- Hetta er ein stór løta, ið fær okkum í ordiligan jólahýr og minnir okkum á, at jólini eru nær.
Nógv verður gjørt burturúr (Mynd: foroyasjomannadagur.fo)
Føroya Sjómannadagur og Norðlýsið skriva eisini, at Jóhann Lützen bjóðar vælkomin, áðrenn Karl Johansen, borgarstjóri, handar Ársins Rósu.
Talan er um heiður, sum verður latin borgara ella borgarum, ið gera nakað serstakt og sjálvboðið fyri onnur menniskju. Hetta verður 19. ferð, at Ársins Rósa verður handað. Í fjør fekk Randi Waag Jacobsen Ársins Rósu.
Aftaná eiga jólamenninir pallin. Teir fara at undirhalda við skemti og sangi, áðrenn pakkar verða býttir út til øll børnini.
Myndir: foroyasjomannadagur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald