
- Sagt verður frá jólamonnunum umborð, at orsakað av korona tilráðingini, so skulu børn og vaksin ikki møta upp á kajini eftir at jólamenninir hava skotið rakettir og gjørt annað stuttligt á Vágni. - Vit koma runt býin í sløkkiliðsbilum, so tit skulu bara halda tykkum við ruturnar har sløkkiliðsbilarnir fara at koyra.
Kort við hesum rutunum hjá sløkkiliðsbilunum verður lýst nærri á nordlysid.fo, boðar miðilin frá.
Jólaskipið verður á Leirvík mikudagin 22.desember klokkan 17.00 og á Klaksvík klokkan 18.00 sama kvøld.
Av tí at koronustøðan er, sum hon er, so verður tiltakð heldur øðrvísi í ár, men eins og vanligt skal Ársins Rósa finnast í Klaksvík. Tað er ein persónur, ið verður heiðraður fyri at hava gjørt okkurt serstakt, fyri drúgva tænastu fyri fólk, í felagskapum o.s.fr. Til ber at skjóta fólk upp til hetta fram til klokkan 20.00 í kvøld, skrivar Norðlýsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald