Innanlands

Jólaskipið kemur á Runavík leygardagin

Lagt verður at við bátahylin í Runavík leygardagin 14. desember klokkan 16.30. Síðani gongur leiðin niðan til prýdda Jólabýlingin við Løkin

Ein pallur er uppsettur nærindis jólabýlingin við Løkin, har jólamenninir og nissugenturnar fara at framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamenninir eisini okkurt gott til børnini

Ein pallur er uppsettur nærindis jólabýlingin við Løkin, har jólamenninir og nissugenturnar fara at framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamenninir eisini okkurt gott til børnini

2024-12-12 19:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú hava vit frætt frá skipara og manning umborð á jólaskipinum. Teir boða frá, at Jólaskipið leggur at við bátahylin í Runavík leygardagin 14. desember klokkan 16:30.

Saman við jólamonnunum gongur leiðin frá havnalagnum niðan til Jólabýlingin við Løkin.

Økið er prýtt við perum og smáu jólasmáttunum. Ein pallur er uppsettur nærindis, har jólamenninir og nissugenturnar fara at framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamenninir eisini okkurt gott til børnini.

Fleiri parkeringspláss eru í økinum, men av tí at eitt stórt tiltak er í Løkshøll, verða helst ongi tøk parkeringspláss við skúlan.

Flestu handlar í økinum hava opið til klokkan 20.

Visit Runavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder