Mentan

Jólaskipið kemur inn á Vágsbotn í morgin

Norðlýsið kemur við jólamonnunum kl. 15, og verður bæði tónleikur og jólahugni á skránni, umframt at handlar hava opið til kl. 20

2019-12-13 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin 14. desember kl. 15, leggur jólaskipið at undir Bryggjubakka í Havn.

Tað er Norðlýsið, sum kemur við jólamonnunum, ið gleða seg at heilsa uppá øll børnini.

GHM kemur at spæla jólatónleik, meðan jólamennirnir bjóða karamellur.

Gingið verður yvir til jólabýin saman við jólamonnunum, og í býnum verður bæði tónleikur og nógv onnur tiltøk.

Í sambandi við, at jólaskipið kemur, boðar Tórshavnar kommuna eisini frá, at stongt verður í Tórsgøtu, Mylnugøtu, Vágsbotni, undir Bryggjubakka og í Niels Finsensgøtu frá Sverrisgøtu oman til Vaglið í tíðarskeiðnum 14 - 18.

Í hesum sambandi hava handlar í miðbýnum og í SMS eisini opið til kl. 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder