placeholder
Innanlands

Jólasølurnar byrja hesa vikuna

Árligu jólasølurnar hjá Vardu Verkstøðunum og verkhúsunum, byrja í hesu vikuni

2019-11-12 21:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á jólasølunum verða lutirnir, sum eru framleiddir seinasta árið, sýndir fram og seldir. Peningurin, sum kemur inn fer til at keypa tilfar til framleiðsluna komandi ár, og til ymiskt annað, sum kemur virkseminum á verkstøðunum til góðar.

Á jólasølunum fáast alskins jóla- og gávulutir og tú hevur møguleika at keypa nakrar øðrvísi jólagávur fyri ein rímiligan penga. Lutirnir eru m.a. evnaðir úr træi, glasi, leiri, pappíri og ull.

Kaffisøla er eisini á ymisku støðunum har til ber at keypa sær ein góðan drekkamunn við onkrum afturvið.

Jólasølurnar í ár:

Verkhúsið Virkni: 14-16. nov. frá kl. 14-18 (hós- leygardag. Leygardag er opið frá kl. 12.00)

Verkstaðið Vón: 20-22. nov frá kl. 14-19 (miku-fríggjadag)

Verkhúsið á Brekku: 23 nov. frá kl. 10-16 (leygardag)

Verkhúsið Stíggjur: 23.nov. frá kl. 10-17 (leygardag)

Verkstaðið á Bakka: 27.- 29. november

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder