Í gjár og fyrradagin skuldi Reinsaríið upprunaliga fyllast við souluttum tónum og flottum sangrøddum, tá tær fimm songkvinnurnar - Marianna, Jasmin, Dania, Katrina og Tamara - skuldu framføra útseldu konsertirnar “Jólasoul”.
Vegna økta covid-19 smittu, vórðu hesar konsertir avlýstar, men til ber at hoyra tær fimm songkvinnurnar kortini. Konsertin verður nevniliga flutt úr Reinsarínum beint inn í stovuna hjá fólki sunnukvøldið.
Í annaðkvøld klokkan 20.45 verður konsertin bæði stroymað beinleiðis á torsgota.fo og víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Í hesum sambandi verður eisini høvi hjá øllum at stuðla tónleikarum, sum í løtuni hava tað eyka trupult orsakað av covid-19. Hetta kann gerast inni á torsgota.fo, har ein sjálvur velur upphæddina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald