Leygardagin 1.desember skipar Lions Liljan fyri jólatombola og barnalist í Posthúskjallaranum kl.14.30-17.00.
Barnalist er ein listaframsýning evnað av børnum undir skúlaaldri á ymiskum stovnum í Tórshavnar kommunu. Børnini velja sær eitt evni, sum tey lýsa við málningum og kreativum smáverkum.
Vælgerandi endamál
Hvørt ár savnar Lions Club Liljan inn til vælgerandi endamál fyri børn og ung í Føroyum.
Í ár varð ein peningargáva latin Bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág til eitt infrareytt hitarúm í samband við viðgerðina av ungum við sárlarligum avbjóðingum.
Tónleikaframførsla
Vígdis Fjallstein Christiansen framførir saman við Astu Højgaard og Mads á Heyggi. Vígdis hevur givið nýggja lagið “Jól við tær” út í november.
Vaflir og kaffi verður til sølu, ókeypis saft er til børnini.
Og sum nakað nýtt verður eitt skiftirúm til pinkubørn, og møguleiki verður at hita fløskur og mat til smábarnakrókin.
Skrá
Kl.14.30: Fía Petersen forkvinna í Lions Liljan bjóðar vælkomin og greiður frá listaframsýningini
Kl.15.00: Vígdis, Asta og Mads framføra
Kl.17.00: Listaframsýningin, jólatombola og sølan endar
Luttakandi stovnar
Birkilund
Lítlaskógur
Býlingshúsið undir Fjalli
Dagstovnurin á Hamrinum
Dagstovnurin í Øksnagerði
Dagstovnurin við Løgmannabreyt
Dagstovnurin Sólareygað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald