2023-12-05 14:37
Tað er hendan tíðin, at jólatrøini verða tendraði í teimum ymsu býnunum og bygdunum í Føroyum.
Fleiri og fleiri ljós eru at síggja, og í kvøld, 5. desember, er tað stóra jólatræðið í Leirvík, sum verður tendrað.
Eysturkommuna boðar frá, at Maria Joensen flytur fram røðu og Eystanljóð syngur.
Eisini vitja jólamennirnir. Teir bjóða ymiskt heitt og søtt til børn og vaksin.
Jólatiltakið byrjar klokkan 18, og verður tað við skúlan í Leirvík (Við Giljagarð). Tað er sum vant Skótabólkurin Leirvíks Páll, sum skipar fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald