Mentan

Jólatræið á Strondum tendrað leygarkvøldið

Á skránni er tónleikur og røða, umframt at brandbilar við jólamonnum koma á vitjan

Mynd: Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

2020-11-23 21:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 28. november verður jólatræið á Strondum tendrað.

Nes Sóknar Musikkfelag spælir, og barnakórið syngur. Helga Bára Mohr Vang fer at tala, og eisini koma brandbilar við jólamonnum á vitjan, skrivar Sjóvar kommuna.

Vaflur og okkurt at drekka verður eisini at fáa.

Tiltakið verður klokkan 18.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder