2019-11-04 18:55
Leygardagin 30. november klokkan 15.30 verður fyrsta jólatræið í Tórshavnar kommunu tendrað – jólatræið á Vaglinum. Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi í dag.
Dagin eftir, 1. desember, verða jólatrøini tendrað í Kirkjubø og í Hoyvík.
Jólatræið í Kollafirði verður tendrað 3. desember, og í Kaldbak, á Argjum og á Hvítanesi verða jólatrøini tendrað 7. desember.
8. desember verða jólatrøini tendrað í Norðadali, Nólsoy og í Hesti. Í Syðradali verður jólatræið tendrað 14. desember.
Kommunan fer seinni at koma við nærri kunning um tíðir, røðarar, tónleik og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald