Fyrsta jólatræið í Klaksvíkar kommunu verður tendrað leygardagin 30. november.
Sambært heimasíðuni hjá kommununi, verða bæði jólatræið í Vágstúni og jólatræið í Árnafirði tendrað tann dagin.
Træið í Vágstúni verður tendrað klokkan 15.30, og í hesum sambandi fer borgarstjórin, Jógvan Skorheim, at halda røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur kemur at spæla.
Træið í Árnafirði verður tendrað klokkan 17, og á skránni verður røða við Olivar Askham umframt tónleikur frá Klaksvíkar Hornorkestri.
Hini jólatrøini í kommununi verða tendrað vikuna eftir.
Jólatræið í Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 2. desember klokkan 19. Hanus í Gørðum, prestur, heldur røðu, og Klaksvíkar hornorkestur spælir.
Jólatræið í Ánunum verður tendrað mikukvøldið 4. desember klokkan 17. Á skránni verður røða við Rúnu Sivertsen, og tónleikur við Klaksvíkar Hornorkestri.
Jólatrøini á Trøllanesi, í Mikladali, á Húsum, og á Syðradal verða øll tendrað hóskvøldið 5. desember.
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 7. desember klokkan 16.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald