Fríggjadagin, 27. november, klokkan 17 verður jólatræið tendrað í Vestmanna.
Sára Jógvansdóttir, komandi bygdarráðslimur, heldur røðu, og Magni Christiansen framførir nakrar jólasangir.
Eisini koma jólamenninir við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið, skrivar Vestmanna kommuna.
Tá ið haldið á Torginum er liðugt, letur jólasølan í Krambúðini upp. Tað er Norðstreymoyar heimavirkisfelag, sum skipar fyri jólasøluni aftur í ár.
Til keyps er dygdargóð og fjølbroytt vøra, sum limir felagsins hava virkað. Til ber eisini at keypa kaffi og te við onkrum afturvið. Upplatingartíðir síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald