Innanlands

Jólatræssøla stuðlar hjálpararbeiði fyri børnum og ungum

Vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, er eins og undanfarin ár farið undir árligu jólatræssøluna aftan fyri Sjónleikarhúsið í Havn. Endamálið er at savna inn pening, sum í høvuðsheitum verður latin góðgerandi átøkum, ið hava við tørvandi børn og ung at gera. Eisini letur Kiwanis javnan stuðul til barnafamiljur, ið onkursvegna eru komnar í fíggjarligar trupulleikar orsakað av sjúku ella øðrum, ið hevur rakt familjuna

2021-12-02 22:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kiwanis Tórshavn, ið hevur sum endamál at stuðla tørvandi børnum, barnafamiljum og tiltøkum børnum og ungum at frama, er farið undir árligu jólatræssøluna, sum fer fram aftan fyri Sjónleikarhúsið í Havn.

Á hvørjum ári letur Kiwanis Tórshavn peningagávur til vælgerandi endamál. Eitt nú hevur felagsskapurin stuðlað eini spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, Javna, Háskúlanum, Frelsunarherinum, Barnaheiminum, Megd, tónleikabólkinum Ælabogin og mongum, mongum øðrum vælgerandi endamálum.

Kiwanis stuðlar somuleiðis javnan einstøkum barnafamiljum, ið onkursvegna hava fingið trupulleikar orsakað av sjúku ella øðrum, ið familjan kann vera rakt av.

Umframt jólatræssølu stavar hjálparpeningurin hjá Kiwanis Tórshavn frá lutaseðlasølu á Ólavsøku.

Tænastan í sambandi við jólatræssøluna er góð, tí tey, sum koma at keypa, fáa høvið at síggja jólatrøini útpakkaði, so tey kunnu velja júst tað træið, tey ynskja sær. Trøini verða síðani pakkaði inn aftur, so tey eru klár at leggja í bilin ella bera heim við sær.

Upplatingartíðirnar eru mánadag-fríggjadag frá klokkan 16.00 – 20.00 og leygardag og sunnudag frá klokkan 14.00 – 20.00.

Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja.”

Nevndin í Kiwanis Tórshavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder