Innanlands

Jólatrø verða tendrað í Runavíkar kommunu í vikuskiftinum

Byrjar verður í Runavík leygardagin. Brandbilurin vitjar við øllum jólamonnunum í, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað

2022-11-22 21:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Hvørt ár verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur undan jólum, og hetta verður millum annað hátíðarhildið við tónleiki og røðum.

Brandbilurin vitjar eisini við øllum jólamonnunum í. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.

Í ár sær skráin soleiðis út:

Leygardag 26. november 
Kl. 16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Runavík. Kenneth Rasmussen heldur røðu.
Kl. 18:15 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Skála. Lis Sørensen heldur røðu.
Kl. 19.00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Skálafirði.
Kl. 19:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Árni Joensen heldur røðu.

Sunnudag 27. november
Kl. 14:30 Brandbilurin vitjar í Lamba.
Kl. 15:15 Brandbilurin vitjar í Rituvíkar.
Kl. 15:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Æðuvík. Kára Løkin heldur røðu
Kl. 16:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Søldarfirði. Ragnar O. Sundstein heldur røðu.
Kl. 16:30 Brandbilurin vitjar á Skipanesi
Kl. 17:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Ingibjørn Eldevig heldur røðu.
Kl. 17:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Elduvík. Ingibjørn Eldevig heldur røðu.
Kl. 18:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningi. Emil Olsen heldur røðu.

Runavíkar kommuna

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder