Mentan

Jólatrøini í Sunda kommunu tendrað 2. og 3. desember

Mikukvøldið verða trøini í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík tendrað, og hóskvøldið verða trøini við Norðskála og við Gjógv tendrað

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2020-11-30 15:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jólatrøini í Sunda kommunu verða tendrað mikukvøldið og hóskvøldið.

Mikukvøldið verða trøini tendrað soleiðis: kl. 18.00 í Hósvík, kl. 19.00 í Hvalvík, kl. 20.00 í Haldórsvík og kl. 21.00 í Tjørnuvík.

Hóskvøldið kl. 18.00 verður træið á handilsøkinum við Norðskála tendrað, og kl. 20.00 verður træið við Gjógv tendrað.

Til øll tiltøkini spælir Eiðis Ljómfelag, prestur heldur røðu, og jólamenninir koma við pakkum til børnini. Aftaná verður boðið til ein drekkamunn, skrivar Sunda kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder