Mentan

Jólatrøini í Eysturkommuna tendrað í komandi viku

Í Leirvík verður træið tendrað týskvøldið, og træið við Gøtugjógv verður tendrað mikukvøldið – Á skránni verður røða og sangur, men vegna korona verða eingir jólamenn í ár

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2020-11-29 17:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jólatrøini í Eysturkommunu verða tendrað í komandi viku.

Í Leirvík verður træið tendrað týskvøldið, 1. desember kl. 19. Gerhard Mikkelsen, heldur røðu, og kórið Eystanljóð syngur.

Við Gøtugjógv verður træið tendrað mikukvøldið, 2. desember kl. 19. Eiler Hansen heldur røðu, og kórið Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur.

Vegna umstøðurnar við Korona, verða eingir jólamenn og jólabollar/kakao bjóðað í ár, skrivar Eysturkommuna. Fyriskipararnir fara eisini at leggja seg eftir at deila mannamúgvuna í smærri bólkar fyri at minka um smittuvanda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder