Mentan

Jólatrøini í Hesti og Nólsoy verða tendrað í dag

Veðrið var ikki til vildar, tá tey skuldu tendrast sunnudagin, so tey verða tendrað kl. ávikavíst 17 og 18 í dag

Hestur (Savnsmynd)

Hestur (Savnsmynd)

2019-12-13 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðrið var ikki til vildar, tá ið jólatrøini skuldu tendrast í Hesti og Nólsoy sunnudagin, tí varð gjørt av at útseta jólahaldini í hesum bygdum. Jólahaldini verða í dag, fríggjadagin 13. desember, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Jólatrøini verða tendrað soleiðis:

Kl. 17 í Nólsoy
Siglt verður úr Havn kl. 16.20 og úr Nólsoy kl. 18.25. Emil Olsen, prestur, ber fram røðu. Anna Malan Jógvansdóttir fer at lesa eina søgu. Blásarar fara at spæla jólatónleik. Jólamaðurin vitjar. Aftaná verður bjóðað til bollar og kakao í Royndarhúsinum.

Kl. 18 í Hesti
Siglt verður av Gomlurætt kl. 17.10 og úr Hesti kl. 19.30. Bergtórur H. Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu. Jólatónleikur verður at hoyra. Aftaná verður bjóðað til bollar og kakao í bygdarhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder