Mentan

Jólatrøini í Hvalbiar kommunu tendrað í dag

Jólatræið í Nesi verður tendrað kl. 16.30, jólatræið á Skúlastykkinum kl. 17.30, og jólatræið í Sandvík kl. 18.30

Mynd: Hvalbiar kommuna

Mynd: Hvalbiar kommuna

2019-12-02 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 2. desember, verða jólatrøini í Hvalbiar kommunu tendrað.

Heimasíðan hjá Hvalbiar kommunu upplýsir, at jólatræið í Nesi verður tendrað klokkan 16.30, jólatræið á Skúlastykkinum verður tendrað klokkan 17.30, og jólatræið í Sandvík verður tendrað klokkan 18.30.

Skráin er soljóðandi:

16.30 Jólatræið í Nesi verður tendrað, Frelsunarherurin luttekur.

17.30 Jólatræið á Skúlastykkinum verður tendrað, Frelsunarherurin og hornorkestrið luttaka. Eisini koma jólamenninir á vitjan.

Eftir at træið á Skúlastykkinum er tendrað, verður borðreitt við bollum og kakao í Roynhøllini.

18.30 Jólatræið í Sandvík verður tendrað, Frelsunarherurin og hornorkestrið luttaka. Eisini koma jólamenninir á vitjan.

Eftir at træið í Sandvík er tendrað, verður borðreitt við bollum og kakao í Ranhøll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder