Innanlands

Jólatrøini í kommununi verða tendrað í næstu viku

Talan er um seks jólahald í Sunda kommunu. Trý eru á skránni mikukvøldið 30. november, og trý dagin eftir, hósdagin 1. desember. Eiðis ljómfelag spælir, prestur heldur røðu og jólamenn koma við brandbilinum til øll

Jólahald verða skipað í hesum bygdunum: Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, Tjørnuvík, Oyrarbakka og við Gjógv.

Jólahald verða skipað í hesum bygdunum: Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, Tjørnuvík, Oyrarbakka og við Gjógv.

2022-11-22 19:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í næstum verður skipað fyri 6 jólahaldum í kommununi, tá ið jólatrøini verða tendrað.

Jólahald verða skipað í hesum bygdunum: Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, Tjørnuvík, Oyrarbakka og við Gjógv.

Her er yvirlit yvir hvar, og nær jólatrøini verða tendrað:

Mikukvøldið 30. november 
   

Kl. 17.30           Oyrarbakki, uttanfyri Skúlan við Streymin
Kl. 18.30           Tjørnuvík, á Teigagøtu
Kl. 20.00           Gjógv, við Gjónna

Hóskvøldið 1. desember

Kl. 18.00           Hósvík, á torginum (á horninum Áarvegur/Rættarvegur)
Kl. 19.00           Hvalvík, við missiónshúsið
Kl. 20.00           Haldórsvík, á nýggja trivnaðarøkinum á Bø

Til jólahaldini spælir Eiðis ljómfelag jólaløg, og prestur heldur røðu. Jólamennirnir koma við brandbilinum og hava pakkar við til børnini. Okkurt gott verður eisini til tey vaksnu.

Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder