Innanlands

Jólatrøini í Nes kommuna verða tendrað leygardagin

Jóhan Magnus Gunrim flytur fram røðu, hornorkestrið spælur, og jólabilurin við jálammonnunum vitjar. Aftaná eru kakao og bollar í kirkjukjallaranum og síðani sangløta

Jólahaldið verður sum vant við kommunuskrivstovuna

Jólahaldið verður sum vant við kommunuskrivstovuna

2022-11-23 09:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jólatrøini í Nes kommunu verða tendrað leygardagin 26.novemner 2022 klokkan 15.30.

Jólahaldið verður sum vant við kommunuskrivstovuna. Í ár fer Jóhan Magnus Gunrim at flyta fram røðu, og hornorkestrið luttekur.

Jólabilurin við jólamonnunum vitjar og børnini fáa jólapakkar.

Aftaná verða øll boðin út í kirkjukjallaran til kakao og bollar.

Umleið klokkan 16.30 verður sangløta í Fríðrikskirkjuni við luttøku av lokalum kreftum.

Nes kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder