Í Runavíkar kommunu verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur undan jólum, og tað er hetta vikuskiftið.
Tí skipar kommunan fyri fleiri hátíðarhaldum 27. og 28. november.
Á skránni er m.a. tónleikur og røður, og brandbilurin við øllum jólamonnunum vitjar, og hava jólemenninir jólapakka til børnini. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.
Runavíkar kommuna hevur kunngjørt eitt yvirlit yvir, nær trøini verða tendrað:
Leygardagin 27. november
- 16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Runavík. Magnus Rasmussen heldur røðu.
- 18:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar á Skála. Birna Mikkelsen heldur røðu. Jól á Gamlavegi letur upp kl. 14.00.
- 19:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Georg eystan Á heldur røðu.
- 19:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Bingerð Fosságil heldur røðu.
Sunnudagin 28. november
- 14:30 Brandbilurin vitjar í Rituvík.
- 15:00 Brandbilurin vitjar í Lamba.
- 15:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Æðuvík. Meinhard Bjartalíð heldur røðu. Jólabygdin í Æðuvík tendrar aftaná.
- 16:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Søldarfirði. Henning Bøgesvang heldur røðu.
- 17:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Gerhard Jónsson Mikkelsen heldur røðu.
- 17:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Elduvík. Gerhard Jónsson Mikkelsen heldur røðu.
- 18:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningi. Sigmar Bláberg heldur røðu.
Serstaka Jólabygdin í Æðuvík, sum altíð skapar lív, hugna og jólagleði hjá teimum vitjandi, tendrar eisini 27. november. Hanusarstova í Æðuvík hevur café og jólasølu.
Komandi tíðina leggjast onnur jólatiltøk afturat, millum annað vitjar Jólaskipið í Runavík 11. desember eins og Bókasavnið við Løkin skipar fyri tiltøkum. Meira kunning um hetta fæst á heimasíðuni hjá Visit Runavík ella á facebookvanganum ‘Jól í Runavíkar kommunu’, skrivar Runavíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald