2021-11-27 09:36
Hvørt ár verða jólatrøini tendrað eini fýra vikur undan jólum, og hetta verður hátíðarhildið við røðu, sangi, jólamonnum og hugna leygardagin 27. november.
Byrjað verður í Vatnsoyrum kl. 15.00, kl. 16.00 í Miðvági og kl. 17.00 í Sandavági.
Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, Inga Poulsen Dam, og prestur sigur nøkur orð.
Í Vatnsoyrum verður felagssangur, í Miðvági fer barnakórið í Miðgarði syngja og í Sandavági verður tað barnakórið í Saron.
Aftaná koma jólamennirnir og øll børnini fáa pakka, og kommunan bjóðar kaka og bollar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald