Mentan

Jon Hestoy heldur flaggdagsrøðuna í Havn

Vitjan av donskum hornorkestri setir dám á dagin í ár. Skipað verður fyri konsert á Vaglinum eftir flaggdagshaldið

Jon Hestoy (savnsmynd)

Jon Hestoy (savnsmynd)

2024-04-23 06:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 25. apríl skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi á Vaglinum í Havn. Skrúðgongan byrjar kl. 15 frá skúlagarðinum við Sankta Frans Skúla, har skótarnir í Havn marsjera saman við hornorkestrinum oman eftir Niels Finsens gøtu og oman á Vaglið.

Flaggdagshaldið verður uttan fyri Gamla Bókahandil, og flaggdagsrøðari í ár verður Jon Hestoy. Jon Hestoy er av Tvøroyri og búsitandi á Argjum. Jon Hestoy er svimjari og hevur í síni tíð sum kappsvimjari m.a sett átta donsk met í svimjing í 80’unum. Jon Hestoy hevur verið formaður fyri Svimjisamband Føroya í 15 ár og varaforseƟ í ÍSF i 6 ár. Í sínum dagliga yrki, er Jon Hestoy stjóri og eigari av prentsmiðjuni Føroyaprent.

Flaggdagshald var á fyrsta sinni hildið á Vaglinum í Havn í 1941, og so aftur í 1942. Síðan kom steðgur í til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók táttin uppaŌur. Havnar Hornorkestur hevur síðani skipað fyri flaggdagshaldi á hvørjum ári síðani 1947.

- Hetta er ein siðvenja, vit seta eina æru í at halda fram við, og vit gleðast um, at tað alơð eru nógv fólk, sum háơðarhalda dagin og merkið saman við okkum, sigur Rebekka Hjørleivsdóƫr, forkvinna í Havnar Hornorkestri.

Sum nakað serligt í ár hevur Havnar Hornorkestur vitjan av Skanderborg Brass Band. Flaggdagshaldið endar við einari uttandura konsert, har bæði hornorkestrini spæla.

Næsta stóra tiltakið, sum Havnar Hornorkestur luttekur í, er árliga Musikkstevnan, sum í ár verður í Fuglafirði dýra biðidag 26. apríl. 

[object Object](Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder