Innanlands

Jón Johannesen nýggjur skúlastjóri í Tvøroyrar skúla

Byrjar í starvinum í dag

2019-10-01 09:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av at seta Jón Johannesen í starvið sum skúlastjóra í Tvøroyrar skúla frá í dag, 1. oktober 2019, at rokna.

Jón Johannesen er 51 ára gamal og tók læraraprógv í 1998 á Fredriksberg Seminarium við linjugreinunum støddfrøði og ítrótti. Hann hevur starvast sum lærari í Søndervangskolen í Glostrup frá 1998 til 2002, sum lærari í Tvøroyrar skúla 2002 til 2016 og hevur seinastu trý árini verið varaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla.

Jón Johannesen er eisini kendur sum ein av stuðlunum á liðnum hjá TB, og hevur m.a. UEFA-A-lisens venjaraútbúgving, har ein partur var leiðsla. Eisini hevur hann tikið ymisk skeið innan lærarayrkið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder