2020-03-03 13:02
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Jón Magnus Joensen hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadegnum 6. mars til og við týsdagin 10. mars.
Heitið á framsýningini er ’Tórshavn’. Teir 30 málningarnir, ið eru við íalt, lýsa høvuðsstaðin hvør á sín hátt.
Jón hevur havt nógvar málningaframsýningar seinastu tríati árini, harav mangar í Smiðjuni. Hann hevur málað frá ungum árum og var á listaskúla í Danmark í 2003.
Jón er argjamaður og býr í dag á Toftum. Her hevur hann egið atelier.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald