Mentan

Jón Magnus í Smiðjuni

30 málningar og 40 smá myndevni, sum øll lýsa Havnina

2020-11-25 18:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin letur upp málningaframsýning við málningum hjá Jón Magnus Joensen í Smiðjuni í Lítluvík.

Heitið á framsýningini er Tórshavn. Teir 30 málningarnir, ið eru við, lýsa høvuðsstaðin hvør á sín hátt. Nógvir teirra eru stórir. Umframt hesar, so eru onnur 40 smá myndevni við, ið lýsa bý og náttúru.

Jón hevur havt nógvar málningaframsýningar seinastu góðu tríati árini, harav mangar í Smiðjuni.

Hann hevur málað frá ungum árum og var á listaskúla í Danmark í 2003.

Framsýningin letur upp nú fríggjadagin kl. 15 og hongur uppi til og við mikudagin 2. desember.

Jón er argjamaður og býr í dag á Toftum, har hann hevur egið atelier. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder