Innanlands

Jón Magnussen nýggjur húsavørður hjá Fuglafjarðar kommunu

Hansara starvsøki verður í høvuðsheitunum skúlin og Ítróttahúsið, ið eru lutfalsliga nýggir bygningar

2022-04-20 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað er gott at viðlíkahald verður raðfest enn hægri, nú eitt starvsfólk afturat kemur í húsavarðatoymið.

Soleiðis skrivar Fuglafjarðar kommuna, ið bjóðar Jón Magnussen hjartaliga vælkomnum í starvið, á heimasíðu sínari

Jón er nú settur sum húsavørður hjá kommunui, og hansara starvsøki verður í høvuðsheitunum skúlin og Ítróttahúsið, ið eru lutfalsliga nýggir bygningar.

Hann verður eisini partur av húsavarðatoyminum, ið viðlíkahalda bygningarnar hjá kommununi, skrivar fuglafjordur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder