Innanlands

Jón Rasmussen nýggjur húsavørður í Sjóvar kommunu

Strandingurin skal hava eftirlit við og viðlíkahalda skúlan, heilsumiðstøðina og kommunuskrivstovuna. Hann hevur millum annað eisini ábyrgd av svimjihylinum. Jón avloysir Berg Johansen, ið nú er farin frá fyri aldur

2022-08-18 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri viku síðani skrivaði Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari, at húsavørðurin Bergur Johansen nú er farin frá fyri aldur - eftir at hava verið í starvinum í 30 ár.

Avloysarin er nú funnin. Talan er um Jónfinn Ljósa Rasmussen, vanliga bert nevndur Jón, ið millum annað er kendur sum hondbóltsleikari og hondbóltsvenjari - hann stóð í fjør á odda fyri kvinnuliðnum hjá StÍF, ið vann søguligt meistaraheiti.

[object Object]
Jón Rasmussen á stóra FM-degnum á Skála í fjør (Mynd: Sverri Egholm)


Jón er útbúgvin handverkari, hevur verið í starvi hjá Sjóvar kommunu síðani 2013 og tekur nú við sum húsavørður.

- Høvuðsuppgávurnar hjá húsavørðinum eru at hava eftirlit við- og viðlíkahalda skúlan, heilsumiðstøðina og kommunuskrivstovuna. Hann hevur ábyrgd av svimjihylinum og varðar av reingerðarfólkunum. Eisini hevur hann ábyrgd av, at flaggað verður til allar almennar flaggdagar, merkisdagar og jarðarferðir, skrivar sjovar.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder