Tað hava vanta kommunlæknar ymsastaðni í Føroyum í fleiri ár, og í ymiskum støðum hevur tað verið ógvuliga skiftandi, í mun til hvør er í hvørjari viðtalu.
Í løtuni eru 13 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Ein er júst liðugur við útbúgvingina í almennum medisini.
Talan er um Jón Róa Jacobsen. 40-ára gamli havnarmaðurin tók grundútbúgvingina sum lækni í Danmark, og seinastu árini hevur hann verið undir serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og í starvi í trimum ymiskum læknaviðtalum kring landið
- Jón Rói hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í ymiskum læknaviðtalum. Jón Rói hevur verið hjá kommunulækna Arnhold Jensen í Norðoya læknadømi, hjá kommunulækna Djóna Sandberg Joensen í Vága læknadømi og teir seinastu 7 mánaðarnar í viðtaluni hjá Bjarna Wardum, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi, skrivar Landssjúkrahúsið.
Gunnvá Guttesen, varastjóri, Jón Rói Winther Jacobsen, serlækni í almennum medisini og Steinar Eirikstoft, forstjóri. Hetta var til lítlu móttøkuna, sum var á Landssjúkrahúsinum í dag (Mynd: Landssjúkrahúsið)
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í 2025 verða eftir ætlan fimm læknar útbúnir, sum serlæknar í almennum medisini, í Føroyum, skrivar Landssjúkrahúsið í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald