Mentan

Jón Tyril nýggjur fyribils leiðari í Mentanarhúsinum

Jónas Bloch Danielsen er farin í eitt ára farloyvi, og í hansara stað er komin Jón Tyril

Jón Tyril

Jón Tyril

2024-02-27 18:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jónas Bloch Danielsen, sum hevur staðið á odda fyri Mentanarhúsinum í Fuglafirði síðani 2017 er farin í eitt ára farloyvi. Sum leiðari í hansara stað, er komin Jón Tyril.

Jón Tyril er útbúgvin BA í føroyskum og norðurlendskum máli og bókmentum og hevur starvast innan fyriskipan, mentanar- og upplivingarvinnu seinastu mongu árini. T.d kenna vit hann sum íverksetan og fyriskipara handan tiltøk sum G! Festivalin, HOYMA og Tónleikasamtakið Grót.

Jón er úr Norðragøtu, har hann eisini býr saman við konuni Elsebeth og teirra trimum børnum. Jón byrjaði í starvinum 21. februar og er fyribils settur fram til 31. desember 2024.

Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur sum endamál at veita karmar í heimsflokki til list og mentan á hægsta stigi, og at virka kveikjandi og stimbrandi, soleiðis at nýggj ættarlið av menta- og listafólkum kunnu mennast. Mentanarhúsið lat upp í 2002 eftir at Fuglafjarðar Sjónleikarfelag lat húsið byggja. Í 2012 tók Fuglafjarðar kommuna yvir raksturin av húsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder