Fríggjadagin skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri hátíðarløtu í sambandi við, at Jóna Rasmussen, listakvinna, hevur undirvíst í 30 ár á kvøldskúlanum.
– Í 30 ár hevur Jóna Rasmussen, listakvinna, verið ein teirra, ið hevur lært frá sær og lagt fólki lag á. Og tað er ikki hissini listakvinna, ið lærir frá sær her á Tórshavnar Kvøldskúla, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann vísti á, at Jóna hevur havt framsýningar í Føroyum síðani 1991, m.a. á Listasavninum, har hon eisini eigur listaverk, sum eru partur av føstu framsýningini.
Eisini hevur hon sýnt fram uttanlands, og í 2021 sniðgav hon kærleikskúluna hjá Dugna.
- So tað er ein viðurkend og dugnalig listakvinna, sum undirvísir næmingum á kvøldskúlanum, og tað haldi eg, at vit kunnu vera errin av, segði borgarstjórin.
- Jóna, síðani 1994 hava næmingar á Tórshavnar kvøldskúla havt gleðini av tínum dugnasemi. Hesi árini hevur tú undirvíst í grafiskari list á kvøldskúlanum, tú hevur verið undangongukvinna á økinum.
Borgarstjórin takkaði Jónu fyri arbeiði hennara og handaði henni eitt silvurmerki frá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald