Innanlands

Jóna sett at orða nýggjan mentanarpolitikk

Mentanarpolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er yvir 20 ára gamal

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-08-22 12:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur sett Jónu Kristin Thomsen í starv at skriva ein nýggjan mentanarpolitikk fyri Tórshavnar kommunu.

Jóna er útbúgvin innan samfelagsplanlegging og verkætlanarleiðslu og hevur starvast við verkætlanum eitt nú hjá. Tórshavnar kommunu, arkitektafyritøkuni Kontrast og Tórshavnar Kvøldskúla.

Mentanarpolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er yvir 20 ára gamal. Ein av uppgávunum hjá Jónu verður at greina nútíðar mentanarumhvørvið í kommununi, dagføra verandi politikk og orða nýggjar møguleikar og avbjóðingar í umhvørvinum.

Nýggi mentanarpolitikkurin verður avmarkaður soleiðis, at hann ikki umfatar skúla og ítrótt, sum verður viðgjørt fyri seg.

Jóna hevur tikið við starvinum frá 1. august at rokna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder