Seinastu tíðina hevur ríkmaðurin Elon Musk lagt seg uppí bretskan og týskan politikk, og tað er ørkymlandi, heldur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sum vónar, at tað politiska umhvørvið í Noregi fer at taka frástøðu frá Musk, skuldi hann eisini roynt at leggja seg uppí norsk viðurskifti.
– Eg haldi, at tað er ørkymlandi, at ein maður við stórari atgongd til sosialar miðlar og nógvari fígging kann leggja seg beinleiðis uppí viðurskifti í øðrum londum, sigur Støre í sjónvarpssendingini Politisk Kvarter hjá NRK.
– Soleiðis eigur tað ikki at vera millum sameind fólkaræði, leggur hann afturat.
Jonas Gahr Støre varð m.a. spurdur, um hann stúrdi fyri, at Elon Musk fór at leggja seg uppí norska valið.
Hann hevur longu verið fyri nógvum atfinningum fyri at royna at ávirka týska valið, sum verður 23. februar. Í lesarabrævi í týska blaðnum Welt am Sonntag og í dagføring á sosiala miðlinum X hevur Musk boðað frá, at hann stuðlar høgravenda flokkinum AfD. Eisini hevur Elon Musk verið atfinningarsamur mótvegis bretska forsætisráðharranum Keir Starmer.
– Skuldi tað hent í Noregi, so vóni eg og vænti eg, at eitt savnað norskt politiskt umhvørvi fer at ávara ímóti tí og taka frástøðu frá tí, sigur Støre.
Elon Musk, sum sambært Forbes er heimsins ríkasti persónur, er tætt knýttur at umstingini hjá komandi amerikanska forsetanum Donald Trump. Musk skal standa á odda fyri einari deild, sum undir komandi forsetanum skal skerja almennu útreiðslurnar hjá USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald