Uttanlands

Jonas Gahr Støre kann skipa stórn í Noregi

Reyðu flokkarnir vunnu valið, nú verður stjórnarskifti eftir átta ár við borgarligari stjórn

Jonas Gahr Støre (Mynd: EPA)

Jonas Gahr Støre (Mynd: EPA)

2021-09-14 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein týðuliga rørdur Jonas Gahr Støre, sum seint í gjárkvøldið takkaði fyri stuðulin eftir stórtingsvalið í Noregi.

Tað gjørdi hann í Folkets Hus í Oslo, har Arbeiderpartiet helt sína veitslu á valkvøldinum.

- Góðu tit øll. Vit hava bíðað, vit hava vónað og vit hava arbeitt hart. Og nú kunnu vit endiliga siga: Vit megnaðu tað, segði hann sambært blaðnum VG.

Tá 95 prosent av atkvøðunum vóru taldar upp var greitt, at tað er meiriluti fyri teimum reyðgrønu flokkunum í norska stórtinginum.

Eftir átta ár við borgarligari stjórn, verður tað sostatt stjórnarskifti í Noregi.

- Arbeiderpartiet hevði eitt mál við hesum valinum, sum hevði størri týdning enn alt annað: Eina nýggja stjórn, ið byggir á felagsskap og rættvísi, so at tað aftur verður tað vanliga fólkið, ið stjórnar hesum landinum, segði Støre millum annað.

- Veljararnir hava víst okkum álit. Vit vilja broyta Noreg – og heimin, legði hann afturat.

[object Object]Stór frøi í Arbeiderpartiet, tá úrslitið gjørdist greitt í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Arbeiðaraflokkurin gekk aftur
Fyribils úrslitini vísa, at Arbeiderpartiet kann skipa stjórn saman við miðflokkinum Sentarpartiet og Sosialistisk Venstreparti. Sostatt slepst undan at taka teir meira víðgongdu flokkarnar Rødt og Miljøpartiet De Grønne við.

61 ára gamli leiðarin fyri Arbeiderpartiet vísir tó ikki aftur, at talan kann gerast um aðrar samansetingar.

Tað eru 169 limir í stórtinginum, og tað krevst sostatt 85 fyri at skipa meiriluta.

Hóast Arbeiderpartiet nú er nógv størsti flokkur í stórtinginum, so fekk flokkurin eina afturgongd á valinum. 26,4 prosent er eitt prosentstig færri enn á valinum fyri fýra árum síðani.

Høyre og Fremskrittspartiet taptu stórt
Konservativi flokkurin hjá Ernu Solbjerg, Høyre, gekk tó meira aftur. 20,5 prosent er 4,6 prosentstig færri enn seinast.

Arbeiderpartiet hevur nú 48 limir, Senterpartiet 28 og Sosialistisk Venstreparti 13, so hesir flokkar hava 89 tinglimir tilsamans. Hartil fekk Rødt 8 stórtingslimir og Miljøpartiet De Grønne tríggjar, so talan er um ein stóran meiriluta til reyða vongin í stórtinginum.

Sosialistiski flokkurin, Rødt, gjørdist stóri vinnarin á valinum. 4,7 prosent og eina framgongd á 2,3 prosentstig og ein tvífalding. Flokkurin, sum frammanundan hevði eitt umboð á stórtingi hevur nú átta.

Stóru tapararnir eru Høyre og Fremskrittspartiet. Højre gekk 4,5 prosentstig aftur og Fremskrittspartiet 3,4 til ávikavist 20,5 og 11,7 prosent.

Í tingfólkatali hevur Høyre nú 36, Fremskrittspartiet 21, Venstre 8, Kristelig Folkeparti 3 og so er ein listi í Norðurnoregi, ið kallar seg Patientfokus, ið fekk eitt umboð í stórtingið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder