Ársins leiðari í almenna geiranum er Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, sum er eldrassamstarvið fyri Runavíkar, Sjóvar og Nes kommunur, og ársins leiðari innan tað privata er Álvur Højgaard, stjóri í reiðarínum Navigare.
Tað varð fyri løtu síðan kunngjørt á Leiðaradegnum, sum hevur verið á Hotel Føroyum í dag.
Um Jóngerð Guttesen verður millum annað sagt:
- Sum leiðari er Jóngerð leiðari skilagóð, fevnandi og empatisk. Tað gevur tryggleika hjá starvsfólkunum at uppliva eina tíðarhóskani starvsfólkaleiðslu. Hon gongur høgt uppí, at borgarar og teirra fmailjur í Roðanum fáa eina duygdargóða tænastu.
Hini tilnevndu innan tað almenna vóru Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, og Monica Hjelm Rasmussen, stjóri í Familjufyrisitingini.
Um Álv Højgaard verður sagt:
- Álvur hevur sum stjóri ment felagið frá einari minni fyritøku sum kundi metast at vera lokal til í dag at vera ein fyritøka, sum arbeiðir á altjóða marknaðinum í altjóða kapping. Álvur er ein leiðari har starvsfólk merkja, at stjórin hevur áhuga fyri teirra øki, og sum er niðri í eygnahædd, og sostatt skapar hann stórt álit millum leiðslu og starvsfólk, tí felagið og starvsfólkahópurin gerast ein meira samanhagandi eind.
Innan tað privata vóru hini tilnevndu Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, og Poula Michelsen, nevndarforkvinna í PM.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald