placeholder
Innanlands

Jónhild Rasmussen nýggj nevndarforkvinna í Ráðnum fyri ferðslutrygd

- Nullhugsjónin er framvegis málið. Eingin skal doyggja ella fáa álvarslig mein í ferðsluni, og tí mugu vit áhaldandi upplýsa og ávirka, soleiðis at tað verður trygt bæði hjá bleytu og hørðu ferðsluni. Hetta sigur Jónhild Rasmussen eftir aðalfundin, har hon eisini nenvdi manglandi hagtøl í samband við vanlukkur

Jónhild Rasmussen tekur yvir fyri Kára Thorsteinsson, sum hevur verið nevndarformaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd seinastu 15 árini (Mynd: Betri Trygging)

Jónhild Rasmussen tekur yvir fyri Kára Thorsteinsson, sum hevur verið nevndarformaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd seinastu 15 árini (Mynd: Betri Trygging)

2022-03-22 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg vil halda á við góða arbeiðinum og góðu gongdini, sum Ráðið fyri ferðslutrygd hevur havt seinastu árini. Nullhugsjónin er framvegis málið. Eingin skal doyggja ella fáa álvarslig mein í ferðsluni, og tí mugu vit áhaldandi upplýsa og ávirka, soleiðis at tað verður trygt bæði hjá bleytu og hørðu ferðsluni

Hetta sigur Jónhild Rasmussen, ið er nýggj nevndarforkvinna í Ráðnum fyri ferðslutrygd. Hetta varð hon vald til fríggjadagin, tá ið Ráðið fyri Ferðslutrygd hevði ársaðalfund.

Jónhild Rasmussen tekur yvir fyri Kára Thorsteinsson, sum hevur verið nevndarformaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd seinastu 15 árini.

Av ítøkiligum málum nevnir nýggja nevndarforkvinnan stóra tørvin á eini skaðanevnd.

- Okkum manglar hagtøl yvir vanlukkurnar. Ein skaðanevnd hevði givið okkum vitan um, nær og hví vanlukkurnar henda - umframt betri hagtøl, sum heild. So tað er avgjørt nakað, vit arbeiða fram ímóti.

Hetta kemur fram í tíðindaskrivi frá Betri Trygging, ið var ein av stigtakarunum til Ráðið fyri Ferðslutrygd og hevur átt fastan nevndarlim líka síðani, eins og felagið hevur verið ein av høvuðsstuðlunum øll árini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder