Innanlands

Jónsvein fer frá 1. apríl

Fríggjadagin var hátíðarhald í sambandi við, at Jónsvein Lamhauge leggur frá sær sum havnameistari hjá Tórshavnar havn 1. apríl

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jónsvein Lamhauge, fráfarandi havnameistari (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jónsvein Lamhauge, fráfarandi havnameistari (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-03-13 16:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin seinnapart var hátíðarhald á Panorama í sambandi við, at Jónsvein Lamhauge, havnameistari, leggur frá sær 1. apríl.

Heðin Mortensen, borgarstjóri beyð vælkomin og segði nøkur orð.

Jónsvein Lamhauge er 65 ára gamal. Hann hevur arbeitt hjá Tórshavnar havn síðan 1985 og verið havnameistari síðan 1993.

– Vit, sum hava arbeitt saman við honum, kenna hann sum skilagóðan, hóast hann ofta kann halda uppá sítt. Onki er tó at ivast í, at hann er ein góður diplomatur, tí hann hevur stórt sæð klárað at hildið frið á sínum arbeiðsøki – og tað við kundum, sum altíð ynskja sær sera góða sømdir.

 – Nú mugu vit so bara smyrja okkum við, at hann hevur tikið sítt tørn og kundi mynstra av, akkurát tá tað passaði honum. Og tað verður nú pr. 1. apríl, segði borgarstjórin millum annað. Øll røðan kann lesast her.

Hóast Jónsvein hevur nakrar vikur eftir í starvinum, byrjaði nýggi havnameistarin longu í starvinum 1. mars. Tað er 51 ára gamli Andrias Vang.

Komandi og farandi havnameistari umskarast eitt sindur henda mánaðin, til Jónsvein gevst 1. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder